– Katastrofa

Liðformaðurin hjá KÍ, Heðin á Lakjuni, var alt annað enn nøgdur, tá vit eftir dystin spurdu hann, um eitt 3-2 tap fyri GÍ á heimavølli var eitt nøktandi úrslit hjá KÍ.

– Nei, nei. Tað er ein katastrofa, at vit tapa á heimavølli. Hetta er ikki nóg gott. Vit fáa eitt mál beinanvegin, men lova teimum so innaftur.

Heðin á Lakjuni sigur, at nú ræður um at líta framímóti steypadystinum hósdagin, sum skal vinnast, og hann metir heldur ikki, at teir eru endaliga úti í stríðnum um fremru plássini.

– Sjálvandi eru vit ikki úti enn, men beint nú mugu vit hyggja niðureftir og síggja hvør er undir okkum. Síðani skulu vit vinna næstu dystirnar, og so vóna vit, at vit kunnu hyggja upp eftir aftur, sigur Heðin á Lakjuni, liðformaður hjá KÍ.