Tað eru ikki bara skotar, sum hava ætlanir um at halda fólkaatkvøðu um loysing. Forsetin í spanska landspartinum Katalonia, Artur Mas (myndin), ætlar at skipa fyri fólkaatkvøðu um at loysa landspartin frá hinum partinum av Spania.
Katalonia er ikki so meint rakt av fíggjarkreppuni sum aðrir partar av Spania, og teir katalonsku lokalpolitikararnir eru ímóti, at landsparturin skal líða undir somu tiltøkum sum hin parturin av landinum.
Í samrøðu við blaðið La Vanguardia, sum er tað størsta í Katalonia, sigur Artur Mas, at hann umhugar at halda fólkaatkvøðu við spurninginum "Vilt tú, at Katalonia verður nýtt ríki í Evropasamveldinum"?
Sum skilst er tað ikki óhugsandi, at fólkaatkvøða verður í Katalonia um somu tíð, sum fólkaatkvøðan um loysing verður í Skotlandi.









