Katalanskur fullveldismaður flytur landsdyst

Spanska fótbóltssambandið torir ikki at spæla venjingardyst ímóti Onglandi á Bernabeu leikvøllinum í Madrid

Eftir ætlan skuldu Spania og Ongland spæla venjingardyst á leikvøllinum hjá Real Madrid 13. november, men spanska fótbóltssambandið hava sæð seg noyddar at flyta dystin orsaka av einum katalanskum fullveldismanni, sum - enn - spælir við spanska landsliðnum. Katalansku og baskisku landsliðini eru ikki altjóða viðurkend.

 

Barcelona-stjørnan, Gerard Pique dylur ikki fyri nøkrum, at hann er stoltur av sínum katalanska uppruna, og sínum katalanska heimlandi, og hann hevur meldað út alment, at hann stuðlar einari katalanskari fólkaatkvøðu fyri fullveldi, har hann sjálvur ætlar sær at atkvøða fyri. 

 

Hetta er meir enn teir kongatrúgvu, sambandsríkistrúgvu fótbóltsfjeppararnir í Madrid kunnu tola. Spanska fótbóltssambandið óttast heilt einfalt fyri trygdini hjá Gerard Pique, um hann fer at spæla ein dyst fyri spanska landsliðið á Bernabeu-leikvøllinum í Madrid, har spanski eindarstaturin er nærmast heilagur. Gerard Pique fekk av at vita frá stórum pørtum av áskoðarafjøldini í Oviedo, tá Spania farna leygarkvøld vann 2-0 á Slovakia í EM-undankappingini.

 

Venjingardysturin millum Spania og Ongland verður tí spældur á José Rico Perez leikvøllinum í Alicante, sum tekur 30.000 áskoðarar, og vónar spanska fótbóltssambandið, at Gerard Pique kann fáa frið til at gera sítt besta fyri spanska landsliðið, sum hann - enn - ger sítt besta fyri.

 

Javnan siga føroyskir fótbóltsfjepparar, sum fylgja La Liga í Spania, at ein skal ikki blanda politikk uppí, tá ein umrøður spanskan fótbólt, men veruleikin er so ein heilt annar.