Katalanar ímóti stjórnini

Politisku leiðararnir í Katalonia hava verri enn so slept ætlanini um at hava eina fólkaatkvøðu, eins og skotar høvdu herfyri.

Politisku leiðararnir í Katalonia hava verri enn so slept ætlanini um at hava eina fólkaatkvøðu, eins og skotar høvdu herfyri.

Spanska stjórnin í Madrid hevur annars roynt at steðgað hesum royndunum við at vísa til, at ein fólkaatkvøða um katalanskt fullveldi skal vera í stríði við sponsku grundlógina.

Men tað leggja katalansku politikararnir ikki so nógv í, tí teirra høvuðsboðskapur er júst, at Katalonia ikki er partur av Spania, men eitt egið land við sínum egna fólki, og tí verður strongt á at fáa í lag fólkaatkvøðuna sum skjótast.

– Vit hava gjørt av at halda fast við, at fólkið í Katalonia skal sleppa at tala og siga sína hugsan á fólkaatkvøðuni tann 9. november, sigur Francesc Homs, talsmaður fyri katalansku landspartastjórnina.