Katólsk læra í før­oysku fólkakirkjuni

Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði


Í útvarpinum varð fyri nak­að síðani spurt, hvør hevði funn­ið upp á at kasta jørð á kistuna, tá ið onkur fer til gravar. Tá kom ein prestur og segði, at tað høvdu vit fingið frá katolikkunum, sum so mangt annað!
Ja, læran um endurføðing í barnadópi, um kon­firma­tión, altargongd og jørð­ákasting. Tann dópin hevur pávaveldið skipað fyri.
Tá hugsaði eg, at hetta skal ikki verða óátalað. Læran, sum lutherska kirkj­an lærir í Føroyum í dag, er katólsk.
Gud býður fólki Sínum fara út frá skøkjuni, fyri ikki at luttaka í syndum hennara, tí syndir hennara røkka líka til himmals, og Gud hevur dømt hana.
Hugsa um allar bíbli­ur­nar og blóðvitnini, ka­tólska kirkj­­­an hevur brent, sum Krystal­náttin er eitt álvar­samt dømi um.
Tað er tann katólska kirkju­­læran, sum er skøkj­an í ka­pitl­unum 17 og 18 í Opin­ber­ingini:
»Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í synd­­um hennara og verða rakt av plágum hennara« (18,4).
Kirkjufólkið í Føroyum held­ur tað standa væl til, men Gud sigur nakað ann­að. Feilurin er tann, at tað verður ov lítið lisið í Guds orði. Bíblian liggur ikki frammi at lesa. Ápostulin Paulus sigur í 2. Kor. 6, 14-18:
»Farið ikki undir ó­javnt ok saman við van­trúgv­andi! Hvønn felagsskap hevur rætt­vísi við lógloysi, og hvat sam­felag hevur ljós við myrkur! Hvat sam­ljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við van­trúgvandi! Hvussu kann temp­ul Guds sameinast við avgudar!  Vit eru jú tempul hins livandi Guds  sum Gud hevur sagt: »Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.« »Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum  sigur Harrin  og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykk­um«; og Eg skal vera tykkum Fað­ir, og tit skulu vera Mær synir og døtur  sigur Harrin hin Alvaldi.«