Mangir munnu teir piltar vera sum hava havt til fragd at kasta grót móti húsum hjá fólki.
Soleiðis var mangan áður, men soleiðis verður framvegis gjørt í Føroyum. Í øllum førum so massivt, at eitt húski í Vágum sá seg noytt at boða Politistøðini í Havn frá.
Hetta var beint eftir middag sunnudagin, og hagani verður sagt, tað er rættiliga ofta at slíkt hendir og er hent aftur nú í bygdini.
At slíkt er til ampa fyri húsfólkið er sjálvsagt.