Um vikuskiftið varð løgreglan gjørd varðug við ein ryggsekk vestantil við parkeringsplássið á Sornfelli. Kanningar vístu, at kettlingar vóru í ryggsekkinum. Vanlukkan í Hestfirði sunnumorgunin skuggar yvir øllum øðrum hendingum um vikuskiftið. Og annars hevur løgreglan ikki havt so nógv at gjørt.
- Bátastevnan í Vestmanna var fyrimyndarliga fyriskipað og hava ikki volt okkum trupulleikar á nakran hátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Onkur varð tikin fyri rúsdrekkakoyring og tvey ferðsluóhapp vóru eisini. Annað hendi á Sandvíkarhjalla, har biklurin fór rættiliga illa, og hitt var sunnumorgunin, tá ein trailari við frukt koppaði á Hoyvíksvegnum.
Eisini fekk løgreglan um vikuskiftið fráboðan um ein ryggsekk, sum lá við parkeringsplássið vestantil á Sornfelli.
Av tí at løgreglan óttaðist, at onkur kundi verið farin fyri bakka, varð nógv lagt fyri. Tað vísti seg, at tala var um tveir ryggsekkir, og í báðum vóru kettlingar.
- Vit vita ikki, nær ryggsekkirnir eru endaðir har, men tá vit komu fram at teimum, vóru kettlingarnir deyðir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.










