Tað gekk hart fyri seg millum tveir føroyingar, sum báðir búðu í Hirtshals, tá ið teir ein dag fyrr í vár sótu og ballaðust heima hjá øðrum teirra.
Ein 68 ára gamal maður var og vitjaði ein landsmann, og mitt í øllum gjørdist tann 68 ára gamli maðurin frá sær sjálvum og kastaði eitt kilo-tungt øskubikar í høvdið á hinum.
Aftan á tað slerdi hann mannin fleiri ferðir við einum borði, sum vigaði 5,7 kilo, og hann hevði hótt við at drepa.
Tann 68 ára gamli maðurin varð ákærdur fyri grovan harðskap og fyri morðhóttan.
Tá ið málið var fyri í rættinum, mintist hann einki, tí teir høvdu drukkið nógv, skrivar Nordjyske.dk.
Maðurin varð funnin sekur, men revsingin var ikki ásett. Væntandi varð revsingin gjørd treytað, tí maðurin var komin so høgt upp i árinum, og tí hann hevði hjartatrupulleikar.










