Øðrvísi feria
? Skuldi tað vera, mátti tað vera nú.
Hjúnini bæði, Jóna og Viberg Sørensen á Tvøroyri hava kastað gerandisdagin av sær og hava skrætt tveir mánaðir úr álmannakkanum.
Við lítlu báti stevndu tey til havs leygardagin fyri jóansøku og teir næstu tveir mánaðirnar verður Svalan teirra heim.
Og tað verður ikki fyrenn í august, at tey seta kósina heimaftur á Tvøroyri at taka dagliga yrki upp aftur.
Ímeðan vanligi føroyingurin hevur rokast við at pakka kuffert fyri at seta kósina suður í heitari lond til baðistrendur og grísaveitslur á Mallorka og øðrum suðurlondum, hava tey bæði Jóna og Viberg, stákast við at gera 50 føtur langa stuttleikabátin, Svaluna klára til langfart.
Og leygardagin fyri jóansøku stevndu tey út av Trongisvágsfirði og setti tey kós ímóti okkara næstu grannum, Hetlandi.
Haðani hongur leiðin eystur um hav, til Noregs, Skagerakk og Eystrasalt, áðrenn tey koma heimaftur, mett av upplivilsum.
Gamal dreymur
? Eg havi leingi spælt mær við tankanum um at keypa sær ein stuttleikabát, segði Viberg, tá ið hann og Jóna tóku ímóti umborð á væla farinum Svaluni dagin áðrenn tey fóru.
?Onnur fáa sær summarhús, men tað hevur ikki sagt mær so nógv. Eg vildi heldur hava bát.
Og tað er kanska ikki av ongum, tí at sigla er honum í kjøtið borið.
Hann hevur verið skipari eitt langt lív og honum hevur altið dámað ómetaliga væl at sigla.
Og so gevur ein bátur væl størri frælsi enn eitt summarhús- og ein bátur sum hesin kostar heldur ikki meir, leggur hann afturat - og tá skal summarhúsið hvørki verða stórt ella flott.
Men hann vildi geva sær stundir at finna tann rætta bátin og har var alnetið eitt hent amboð.
?Eg havi leitað nógv á alnetinum. Og tá ið eg so datt yvir hendan bátin, var ongin ivi, tí tað tók mær bara eina líta løtu at gera av, at tað var hendan bátin, eg skuldi hava.
Báturin er úr betong og hann var liðugur í 1985. Tað vóru eini eldri bretskt hjún, sum áttu bátin og tey hava bygt hann sjálvi, skrúva høvrja skrúvu og tað tók teimum heili 10 ár.
? Men tað sæst eisini, tí tey hava verið serstakliga umhugsin og hava kínt og kelað fyri hvørjum smáluti umborð fyri at gera alt so snøgt sum gjørligt. Alt er gjørt úr góðum og sterkum tilfari og tað er avbera væl hildið so eg haldi at eg var ógvuliga heppin at detta yvir akkurát hendan bátin, sigur Viberg.
Samstundis er hann sera væl útgjørdur. Umborð eru ikki færri enn 10 koyggjur, tvey wc, brúsa, galla, køliskáp og frystiboks, nógv sitipláss og annars hevur hann alla teksniska útgerð sum krevst fyri at sigla á heimshøvunum.
Øll familjan góð við hann
Viberg sigur, at bretin var komin so lagt upp í árini, at hann sá seg ikki føran fyri at hava bátin longri og tí seldi hann.
? Vit komu heim við bátinum í oktober mánað og síðani hevur hann verið rættiliga nógv brúktur. Vit hava siglt nógv á fjørðinum og hava lært okkum at sigla við seglum, men vit hava eisini verið útferðir, bæði í Stóru Dímun og norðanfjørðs. Tey vóru bæði og tóku ímóti Norrønu og tey vóru á bátastevnu í Vestmanna. Onkra útferð hava tey eisini verið við arbeiðsplássum á Tvøroyri. Og tey hava eisini siglt við einum brúðarpari, sum vildi sleppa ein túr við seglum beint eftir vígsluna.
?Hetta er ein bátur, sum øll familjan er blivin sera góð við og vit eru so heppin at hava ikki færri enn fýra navigatørar í familjuni, so tað stendur ikki á at fáa fólk at føra hann og Viberg sigur, at øll familjan hevur longu havt stóra gleði av bátinum- hóast tey akkurát hava fingið hann og at tað ikki er fyrrenn nú, hann veruliga skal roynast.
Viberg Sørensen sigur, at nú eru tey so mikið køn at sigla við seglum, at tað stendur ikki á at fara upp á langfart.
?Tað er ein heilt serlig kensla at sigla við seglum. Men báturin er avbera sjógóður. Hann hevur níggju tons av barlast í kjølinum og hann stingur tveir metrar. Tilsamans vigar hann 24 tons og tað ger, at hann er ómetaliga tryggur í sjónum og tolir seglføringina sera væl.
Skuldi vera nú
Nú løgdu til havs, gekk leiðis fyrst til Hetlands.
Fyrsta stig gekk avbera væl, frætta vit frá teimum. Veðrið var sera gott, men nakað lítið av
vindi, so tey máttu sigla við motori at kalla allan vegin og að tók einar 30 tímar. Í Hetlandi svóvu tey eina nátt, so var kósin sett ímóti Stavangri. Tann túrin høvdu tey fitt av vindi, so tá fingu tey siglt við seglum. Haðani gekk leiðin til Eggersund, síðani til Skagen og nú eru tey í Gilleleje á Sælandi.
Síðani gongur leiðin til Svøríkis, Bornholm og aðrastaðir í Eystrasalti og har um vegir og tey ætla sær eisini at sigal eftir Gøtaveitinini niðan á tey stóru vøtnini í Svøríki.
?Vit hava onga klokku ella álmanakka at halda okkum til. Vit sigla eftir huginum og eftir veðrinum. Dámar okkum væl á einum plássi, steðga vit nakrar dagar eyka. Dámar okkum ikki, bakka vit bara útaftur, so einfalt er tað.
Men tey vænta kortini at vera aftur einaferð í august mánað, men dagin kunnu tey ikki nevna, tí tað verður sum tað passar seg. Higartil hevur teirra lív verið sum hjá nógvum øðrum føroyingum. Viberg hevur verið til skips og Jóna hevur arbeitt heima.
? Eg havi verið nógv burtur og sostatt hava vit verið nógv frá hvørjum øðrum. Men nú ætla vit at taka tað meiri róligt og at fáa meiri tíð saman, siga tey bæði.
Tey eru bæði í fimtiárunum, og tey vóru eisini greið yvir, at skuldi tað vera, mátti tað vera nú, tí um nøkur ár verður tað ov seint.










