Íkast til (miðla) etikkdagin: Avgerandi spurningur til Gunnar Bodahl Johansen

Óli Jacobsen
----

Í morgin verður skipað fyri etikkdegi í Miðlahúsinum við luttøku av norska serfrøðinginum á hesum øki, Gunnar Bodahl Johansen. Á skránni eru fleiri áhugaverd evni sum »ærumeiðing« og »persónsvernd« hjá miðlunum, eisini við dømum úr Føroyum.
Ynskiligt hevði verið, at eisini »brúkarin« eisini slapp at vera við til eina slíka viðgerð grundað á dømi um egnar royndir av miðlunum.
Her skal verða nevnt eitt tað »besta« og mest upplagda dømið um føroyskan tíðindaflutning, sum nemur flestu økir í leiðreglunum fyri góðan fjølmiðasið.
Talan var um sera ærumeiðandi tíðindi um ein persón. Hetta skuldi í sær givið ein eyka »etiska« skyldu at kannað málið.
Men persónurin fekk ikki møguleika at svara fyri seg. Hann var sambært fjølmiðlinum ikki umfataður av leiðreglunum fyri góðan fjølmiðlasið!!
Samstundis váttaði miðilin, at málið ikki fekk nakra journalistiska viðgerð. Hann kundi uttan víðari »síggja«, at her var einki skeivt!
Umframt hetta kann staðfestast, at fjølmiðilin visti longu tá, at alt hetta málið var grundað á falsan við tí einasta endamáli at skaða viðkomandi. Tí vildi tað »oyðilagt« tíðindini, um tey vórðu kannaði.

Politikkur at tiga mál í hel
Eg hevði í 2004 eitt mál við danska TV2 um skeiv tíðindi, sum eg varaði av. Í fyrsta umfari hildu teir fast um sín órætt. Men tá teir so fingu eina gjølla frágreiðing um málið, tóku teir tíðindini aftur og bóðu um umbering.
Hetta hevði stórt sæð ikki kunnað hent í Føroyum. Almenni stovnurin Kringvarp Føroya hevur tað prinsipp, at hann bara svarar aftur, tá ið hann heldur seg kunna vísa aftur ivamál. Men kann skjalprógvast, at stovnurin eftir øllum at døma hevur framt brot á grundleggjandi fjølmiðla- og rættarreglur, verður als ikki svarað aftur. Teirra loysn er heldur enn at kanna málið og at rætta skeiv tíðindi, at tiga málið burtur, og hetta eydnast eisini vanliga.
Ein áhugaverdur spurningur er eisini, um hetta í samsvar við góðan fyrisitingar- og fjølmiðlapolitikk og tann opinleika, sum fjølmiðlar krevja av øðrum.
Tað er alment kent í almenna tíðindaflutninginum, at tað kann bera til hjá »summum« at verða endurgivin, sum »teimum lystir«, sum í hesum førinum umboð fyri fakfeløg m/k.
Men nú er hetta enntá váttað skrivliga av Kringvarpinum. Hetta er uttan mun til, um tíðindini eru ærumeiðandi ósannindi og uttan atlit til, hvønn skaða slík tíðindi eru atvold til hjá viðkomandi.
Men tað valdast eisini, hvør tað er, sum »eigur« tíðindini!
Ein viðkomandi spurningur er eisini rættartrygdin hjá tí, sum verður so hart tikin av slíkum tíðindum, at hann ikki fær møguleika at kæra fjølmiðlanevndina. Skal tað kunna vera ein fyrimunur hjá tí, sum fremur brot á grundleggjandi fjølmiðlareglur?
Kundi greiða fingist á øllum ivamálum í hesum máli, høvdu vit komið munandi nærri »etiskum« fjølmiðlum. Men verður tað ikki gjørt, kann tað gera tað sama við nøkrum etikkdegi. Tey mál, sum annars eru nevnd, eru meira ella minni bagatellir í mun til umrødda mál, ikki minst tá ið hugsað verður um avleiðingarnar.
Annars er hetta mál nærri útgreinað í Sosialinum 22.6. 2012 og 1.12. 2010.