Heldur hendan støðan fram, er kassin hjá Arbeiðsloysisskipanini tómur um 10 ár, tað er í 2023.
Tað staðfestir ALS í eini uppgerð, sum nýliga er gjørd um alskyns viðurskifti hjá skipanini.
Uppgerðin vísir, at í løtuni eru útgjaldini væl høgri enn inngjøldini og tískil verður neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at kunna varðveita ALS.
Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sigur við in.fo, at sum støðan er nú, skal arbeiðsloysið ikki vera meiri enn 850 fólk, bara fyri at javnvág ímillum inngjald og útgjald.
Í løtuni eru 1007 fólk arbeiðsleys.
Tað merkir, at hóast arbeiðsloysi næstan er søguliga lágt, har tað liggur ímillum trý og fýra prosent, gevur ALS hall kortini.
Hvussu stórt hallið verður næstu árini, veldst sjálvandi um, hvussu stórt arbeiðsloysið verður, men gongdin hevur sjálvandi stóra ávirkan á, hvussu skjótt ella seint pengakassin hjá ALS tømist.
- Men heldur hendan støðan sær , hesi næstu árini, verður eginpeningurin uppi í 2023.
Kassin hjá ALS tømist rættiliga skjótt, tí í august í 2009 hevði skipanin eina eginogn á 742 milliónir krónur, men í dag er hon komin niður á 300 milliónir.
- Tað er tann stóra avbjóðingin hjá okkum, at vit fáa ikki tryggjað fíggjarliga grundarlagið undir ALS, hóast vit hava eitt sera lágt arbeiðsloysið.
Sostatt verður neyðugt at seta tiltøk í verk í næstum fyri at framtíðartryggja haldførið í ALS
Hetta er eisini eitt mál, tey arbeiða við í ALS, men enn eru tey ongan veg komin.
Fyribils eru tey ikki komin stórt longur enn at seta nakrar møguleikar upp, sum tey síggja fyri sær.
Ein løtt loysn er at hækka inngjaldið í ALS 0,25 prosent, upp í 1, 25 prosent, tí tað hevði givið skipanini eina eyka inntøku á 40 milliónir um árið og so hava vit javnvág í rakstrinum.
Men ein máti er so eisini at lækka útgjaldið ella at leingja bíðtíðina frá tí at fólk missa arbeiðið, til tey fáa útgjald úr ALS og ein annar máti er at stytta tíðina, fólk kunnu vera í ALS.
Í yvirlitinum hjá ALS yvir, hvussu skipanin kann styrkjast, er eisini møguleikin nevndur at strika tær sjálvbodn tryggingarnar og tær hjá sjálvstøðugum vinnurekandi.
Ein heilt annar møguleiki er at broyta fiskavirkisskipanina.
Ella kann talan sjálvsagt vera um eina samanrenning av fleiri av hesum møguleikum.
- Men vit halda, at tað er nakað fátæksligt bara at hækka útgjaldið, sigur stjórin fyri ALS.
Við í viðgerðini eru tískil eisini møguleikarnir at vera við í inntøkuskapandi virksemi.
Hinvegin hevur hann ikki hug at fara í smálutir, nú ið tey eru komin so stutt í viðgerðini.
Men yvirskipaða endamálið er at tíðin í ALS skal vera so stutt sum gjørligt, sigur stjórin.
Les eisini: ALS á rundferð í Føroyum at hitta arbeiðsleys
|