Kassin hjá ALS tómur í 2017

Broytist einki, so er ALS insolvent um fýra ár. Tað staðfestir nýggi stjórin fyri Arbeiðsloysisskipanina, Magni á Deild Olsen.

Fíggjarætlanin fyri 2013 vísir 80 milliónir krónur í undirskoti, og tað drenar eginpeningin.

Tó hevur nýsetti stjórin ikki fingið nýggjar rætningslinjur at halda seg til. Enn er eingin útmelding komin frá ALS-stýrinum, hvørki um at hækka inngjald ella lækka útgjald, og ei heldur um at broyta verandi, kostnaðarmikla leist við at at bjóða praktikkpláss, skeiðstilboð og aðra førleikamenning til arbeiðsleys:

- Nei, eg havi ikki fingið boð um annað frá Stýrinum fyri ALS, so linjan verður tann sama, sigur Magni á Deild Olsen.

Nýsetti stjórin er tó greiður yvir, at okkurt skal gerast fyri at venda verandi gongd.

- Broytast fortreytirnar á arbeiðsmarknaðinum ikki, so er neyðugt at gera nakað ítøkiligt, sigur Magni á Deild Olsen.

Í dag eru 1343 fólk arbeiðsleys.

Hoyr samrøðu við Magna á Deild Olsen, sum síðsta hálvt triðja árið hevur verið fíggjarleiðari á ALS: