Kassadystur

Fíggjarliga úrtøkan hjá B36 var betri enn tann ítróttarliga

Um ikki annað, so kunnu tey í B36 vera nøgd við peningaligu úrtøkuna av dystinum leygardagin.

Tilsamans vórðu umleið 2.150 atgongumerki seld, so hóast vágbingar einki stig lótu eftir sær, so sótu tey í B36 ikki heilt við ongum, tá dysturin var lokin.

Tá KÍ í fjør vitjaði í næst seinasta umfarinum, vóru á leið 2.600 gjaldandi áskoðarar, men kassameistarin hjá B36, Kjartan Mohr, roknaði við, at tað kortini vóru fleiri áskoðarar til dystin leygardagin, enn tað vóru í fjør.


Per Joensen og Gunnar Reynslág sita her eftir dystin og telja upp pengarnar fyri seldu atgongumerkini