Kassabilur við leðursetrum

Á frítíðarskúlanum í Løkjutúni á Argjum hava børnini tær seinastu vikurnar arbeitt við einum kreativum projekti, sum líkist tí sum var eitt hitt fremsta fritíðarítriv hjá smádreingjum í 50- og 60-unum

Á frítíðarskúlanum í Løkjutúni á Argjum hava børnini tær seinastu vikurnar arbeitt við einum projekti, sum var at byggja ein kassabil, sum er eitt sindur ørvísi.
 
Børnini sita væl í einum góðum leðurstóli við gó:ari verju á síðini.
Alt tilfari til bilin hava børnini sjálvi fingið til vega. Máling og setur  hava tey eisini funnið sjálvi.
 
Tað eru børnini úr 2.klassa (A og B) á Argjum, sum hava verið við til at gjørt kassabilin. Tað eru tey bæði, Anna Sofía Gaard og Ingemar Johansen, sum hava hjálpt børnunum.
 
Hetta við kassabilum er rættuliga áhugavert, tí tað at gera heimagjørdir kassabilar var eitt hitt fremsta fítíðarítriv hjá nógvum smádreingjum fyrr, serliga í 50- og 60-unum.
 
Kassabilar er rætta orðið, tí teir flestu tá í tíðini vóru nevniliga gjørdir úr sildakassum, ið vóru sera væl egnaðir sum "karossarí". Vanliga vóru hjólini av barnavognum e.l., onkur var so flottkoyrandi, at hann hevði sekkjavognshjól.
 
Róðurgreiðirnar vóru antin at stýra við bandi ella varð eitt hjól sveisað fast í ein aksil, sum bandið síðan varð snúra rundan um. Fyri at skána bandið, og fyri at bilurin skuldi vera lættur at venda við, gekk bandið gjøgnum smár taljur.
 
Kappingin millum smádreingirnar var um hvør hevði tann flottasta kassabilin. Teir vóru málaðir í ymiskum litum, ofta tvílittir og líktust teimum bilum koyrdu t.d. amerikansku bilunum frá umleið 1960 við stórum velum aftan. Nógvir høvdu eisini kúfangarar, lyktir og pyntilistar á síðunum.    
 
Spælið við kassabilunum varð ógvuliga ymiskt, og har fleiri bilar vóru í einum grannalagi gekk tað ofta út upp á bilarnir koyrdu frá eini bilstøð og vórðu sendir túr, eins og hýruvognarnir.Tá í tíðini vóru sera fáir privatbilar, bilar vóru arbeiðstól sum t.d. hýru- og vøruvognar og lastbilar.
 
Í onkrum heimi í Havn við fleiri dreingjum, høvdu teir so nógvar og flottar kassabilar at mamman tað einu tíðina var nevnd "kassabilamamman".