Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, kennir væl til Føroyar og føroyskan fótbólt. Hann hevur í fleiri førum verið í samband við venjarar og onnur í Føroyum, men seinasti dysturin hjá honum endaði við einum avlýstum dysti.
- Eg havi verið í sambandi við føroyskan fótbólt í longri tíð. Mangan hevur Mikkjal Thomassen (venjari hjá KÍ, blaðm) sitið á og hugt eftir venjing hjá FC Nordsjælland og spurt meg nógvar spurningar. Eg havi fingið nógv, men havi eisini givið aftur og verið har, sigur landsliðsvenjarin og forklárar víðari:
- Eg var í Klaksvík samstundis sum korona byrjaði at herja. Eg skuldi vera til stórsteypadystin, men hann bleiv avlýstur vegna veður. Og lat meg bara siga, at tá ein dystur verður avlýstur vegna veður í Føroyum, so er nógvur vindur, sigur Kasper Hjulmand.
- Eg var til eina venjing í Klaksvík, har bóltarnir fóru flúgvandi runt í nógva vindinum, men eg haldi tað er fantastiskt, at tit hava vøllir kring alt landið, og tað mær dámdi væl var at síggja børn spæla á øllum hesum vøllunum. Fótbólturin livur kring allan heimin, eisini í Føroyum, sigur Kasper Hjulmand.
- Tit hava ein flottan leikvøll, sum kann húsa næstan seks túsund áskoðarum. Tað er ótrúligt. Eg havi eisini verið venjari hjá Christian Lamhauge Holst, so eg havi fingið eitt sindur við um Føroyar gjøgnum tíðina, sigur landsliðsvenjarin, áðrenn hann endar við at siga:
- Eg ynski tykkum alla eydnu í framtíðini, men bara ikki í morgin!
FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleiki í morgin.