Kasparov vinnur Linares

Gary Kasparov prógvar veruliga í Linares hví hann enn er mettur sum heimsins besti telvari

 

Hann hevur nevnliga undan tveimum teimum seinastu umførunum seks stig av átta møguligum. Judit Polgar kemur næst í røðini, men bert við fýra stigum. Kasparov skal tí bert hava hálvt stig av tveimum, og hesir mótstøðumenn verða Karpov og Grischuk. Shirov, Karpov og Leko liggja allir á deildum fjórða og aftasta plássi við hálvumfjórða stigi.

Sunnudagin vann Kasparov á Shirov, Karpov vann á Polgar, hansara fyrsta í kappingini, og Leko og Grischuk leiktu javnt.