Í internetkapping sum varð herfyri eydnaðist tað hálendinginum Jeroen Piket at basa sjálvan Gary Kasparov í finaluni. Piket vann 1,5-0,5.
Nógvir sterkir telvarar luttóku í kappingini, ið nevndist Kasparov Cup. Nakrir sótu við hús og telvaðu, meðan aðrir telvaðu alment.
Ein sera sterk telda varð við, men hon varð tikin úr kappingini vegna tekniskar trupulleikar. Nógv vilja vera við, at tað møguliga var Kasparov, sum fekk sparkað telduna úr kappingini, tí hon var ov sterk til hansara. Men hetta eru bert gitingar.










