Kasparov latin leysur

Garry Kasparov, andstøðupolitikari og fyrrverandi heimsmeistari í talvi, varð latin leysur í Moskva í dag Russiski andstøðupolitikarin Garry Kasparov varð latin leysur í dag eftir at hava sitið í fongsli síðani sunnudagin, tá hann bleiv ttikin fyri at hava skipað fyri mótmælisgongu ímóti Vladimir Putin, forseta.

-Eg vóni, at fólk kring heimin duga at síggja, hvat hendir einum andstøðupolitikara í Russlandi. Tað, sum nú hendir, kann enda við einaræði, segði Garry Kasparov við tíðindafólk, tá hann var sloppin úr varðhaldinum.