Kasparov: Bara tað í Ukraina kann skaka fasismuna hjá Putin

Russiski stórmeistarin í talvi sigur í München, at »frígeringin hjá fasismu Putins rennur gjøgnum Ukraina«.

 

Eitt tað í Ukraina er tað einasta, sum kann ógrógva imperialistisku ímyndina sum russar liva undir, sigur Garri Kasparov, russiskur stórmeistari og fyrrverandi heimsmeistari í talvi, sum her sæst telva í móti 17 ára gamla Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði, ið sum tann einasti av 25 avbjóðarum vann á Garri Kasparov í simultantelving á norðoystevnu í Klaksvík í 2001.

Tann kendi russiski stórmeistarin í talvi og atfinnari mótvegis russisku stjórnini, Garri Kasparov, tosaði í gjár um kríggið í Ukraina á eini trygdarráðstevnu í týska býnum München.

Talvflogvitið, sum gjørdist stórmestari longu sum tannáringur, sigur, at eitt russiskt tað í krígnum í Ukraina er ein treyt fyri fólkaræðisligum broytingum í Russlandi.

– Frígeringin frá fasismuni hjá Putin gongur gjøgnum Ukraina, sigur hann.

– Russarar liva í eini ostaklokku. Hon kann ikki brotna, uttan so  at imperialistiska hugskotið fellir við einum hernaðarligum tapi.

Fyrrverandi talvheimsmeistarin heiti í sama viðfangi á Vesturheimin um at halda fram við stuðlinum til Ukraina.

– Eingin útreiðsla til Ukraina er ov stór, sigur hann.

Garri Kasparov er í Týsklandi sum luttakari á trygdarráðstevnuni í München. á ráðstevnuni eru fleiri kend fólk sum eitt nú Kamala Harris, sum er varaforstet í USA.

Men Kasparov er als ikki einasti russari á luttakaralistanum, sum er atfinningarsamur mótvegis stjórnini hjá Putin.

Mikhail Khodorkovskij, fyrrverandi oligarkur, og Irina Sjtjerbakova, ein russiskur søgufrøðingur, sigur bæði, at tey eru samd við Kasparov um, at ein ukrainskur sigur eru neyðugur.

– Tað er ein ræðulig tíð. Tað er pínufult at hoyra hjá ukrainum, sum rinda við blóði sínum. Men tú skalt vera djarvur fyri at fara á gøtuna í Russlandi, sigur Sjtjerbakova.

Khordorkovskij sigur, at óttin er, at stuðulin til Ukreina minkar, og at vesturheimurin í staðin fer at mæla til diplomatiskar loysnir.

– Tað, vit óttast, er ein líðandi minking, sigur hann.

Russlandi gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í fjør. Fríggjadagin er tað eitt ár síðani, at kríggið byrjaði.

/ritzau/AFP

 

Eitt tað í Ukraina er tað einasta, sum kann ógrógva imperialistisku ímyndina sum russar liva undir, sigur Garri Kasparov, russiskur stórmeistari og fyrrverandi heimsmeistari í talvi, sum her sæst telva í móti 17 ára gamla Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði, ið sum tann einasti av 25 avbjóðarum vann á Garri Kasparov í simultantelving á norðoystevnu í Klaksvík í 2001.