Kaspar og TUTL í samstarv fyri ungar tónleikarar

Kafe Kaspar á Hotel Havna á Áarvegnum í Havn hevur gjørt avtalu við TUTL um at vera pallur fyri ungar evnaríkar tónleikarar. Fyrsta tiltakið verður í annaðkvøld.

Hvørt mikukvøld frameftir verður Kaspar pallur fyri sokallaðar up coming artistar innan tónleikin. Hetta eru ungir og evnaríkir tónleikaraspírar, ið tørva ein pall, har teir kunnu sýna sínar dygdir og samstundis menna sína upptraðkan og tónleikaframførslu.

 

Tað eru plátufelagið TUTL og Kafé Kaspar, ið hava gjørt avtalu um at brúka kaféina við tí søguliga tónleikanavninum, sum eitt slag av einum menningarpalli fyri mongu tónleikaspírarnar.

 

- Kafé Kaspar, sum jú er uppkallað eftir stóra tónleikanavninum í Havnini, Bakar Hansen, alias Georg Kaspar Hansen, átti at verið júst rætta staðið til eitt slíkt mennandi tiltak fyri tónleikamentanina. Og tað er júst fyri at liva upp til heitið, at Kaspar er farið undir hetta tiltak. Við at geva óroyndu tónleikarunum ein kvøldarpall mitt í Havnini, halda vit, at ungu tónleikararnir veruliga kunnu sleppa at royna seg og menna seg undir sera góðum umstøðum. Vónandi verður hetta eisini við til at eggja teimum at fínpussa snildirnar og hvør veit, um ikki fleiri stjørnuskot koma fram í ljósið. Tað vóna vit í øllum førum, sigur Peter Hentze, matstovuleiðari á Hotel Hafnia.

 

Kafé Kaspar hevur í síni ungu søgu eisini áður tikið stig fyri føroyska tónleikalívinum. Tað var tá farið var undir árligu Singer/Songwriter kappingina, sum gjørdist eitt ógvuliga væl umtókt tiltak.

 

Fyrsta tiltakið fyri ungar tónleikar verður nú mikukvøldið 6. oktober. Tá framføra 17 ára gomlu javnaldrarnir Rasmus Borðoy og Jenny Kragesten. Jenny Kragesten syngur og Rasmus Borðoy leikar klaver, gittar og syngur.

 

Rasmus Borðoy er samstundis samskipari av tiltøkunum.

 

- Up coming artistar, ið kundu hugsað sær at spælt ella bara vita meira, eru vælkomnir at venda sær til okkara, sigur Petur Hentze.