Kaspar og Sirkus mugu bíða

Bæði Café Kaspar og Sirkus hava søkt býráðið um søluloyvi úti, men í báðum førum varð málið útsett á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Tað gerst alt meiri vanligt, at skeinkistøð søkja um loyvi at skeinkja úti, og í løtuni liggja umsóknir frá Café Kaspar og frá Sirkus hjá Tórshavar býráð um loyvi at selja úti.

Sirkus søkir um loyvi at brúka ein part av torginum, har standmyndin av Nólsoyar Páll stendur, til úticafe í tíðarskeiðinum 1. mai til 31. august 2010.

Somuleiðis søkir Cafe Kaspar um loyvi at hava sølubúð framman fyri cafeini.

Býráðið skal geva loyvi til slíkar umsóknir, men tað er annars Loyvisnevndin ið ger av, um skeinkistøðini sleppa at skeinkja úti.

Undir øllum umstøðúm mugu bæði Cafe Kaspar og Sirkus Føroyar bíða nakað enn, tí bæði málini vórðu tikin av skránni á býráðsfundinum í gjárkvøldið.