Kashmir spæla á G! Festivalinum

Vælumtókti danski rokkbólkurin, Kashmir, verður at síggja á Gøtusandi í summar.

Mom´s in Love, Daddy´s in Space. Rocket Brothers. The Aftermath. Miss you. Lambshade. Flestu fjepparar hjá danska rokk-bólkinum, Kashmir, mugu kenna hesi løgini í svøvni. Fjeppararnir og onnur við teimum fáa nú ein gyltan møguleika at hoyra vælumtókta rokkbólkin í Føroyum.
Fyriskipararnir av G! Festivalinum siga, at avtala er komin í lag um, at Kashmir verður eitt av høvuðsnøvnunum á Gøtusandi 17-18 juli í ár.
-Vit eru ótrúliga fegnir um, at Kashmir hevur játtað at spæla á festivalinum í ár. Talan er um størsta rokkbólk í Danmark, og bólkurin fer at geva festivalinum enn størri tyngdgleða. Vit hava tosað við teir seinastu vikurnar, og nú er tað mesta komið í rættlag, greiðir ein fegin, Jón Tyril, frá.

Byrjaðu í 1993
Kashmir hevur 11 ár á bakið. Teir byrjaðu í Keypmannahavn í 1993, og bólkurin hevur áhaldandi ment seg nógv seinastu 11 árini. Bólkurin verður mettur at vera millum fremstu nøvnini innan danskan rokk-tónleik.
Á altjóða tónleikapallinum hava teir eisini gjørt vart við. Kashmir er javnan at hoyra á tónleikarásini, MTV. Gjøgnumbrotið fekk bólkurin við fløguni, The Good Life, frá 1999, sum fekk eitt ótal av virðislønum. Nýggjasta fløgan, Zitilies, hevur eisini fingið fleiri danskar grammy-virðislønir.

Mynd: Høvuðsmaðurin, Kasper Eistrup, sum er á myndini, og bólkur hansara, Kashmir, verða at síggja á G! Festivalinum

Fakta: Fløgur hjá Kashmir

Travelogue-1994
Cruzential -1996
The Good Life-1999
Home Dead -2001
Zitilities-2003

Fakta:
Kasper Eistrup, sang og gittar
Mads Tunbjerg, bass
Asger Techau, trummur
Henrik Lindstrand, ljómborð og gittar