Stóri danski bólkurin Kashmir kemur at spæla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um hálvantriðja mánað.
Hetta avdúkaði Ólavur Larsen, sum er leiðari í Mentanarhúsinum, í sendingini Vikuskiftið í Útvarpinum hjá Kringvarpinum.
- Tað er kempistórt. Hetta hava varaleiðarin og eg arbeitt við í fleiri mánaðir. Vit hava eisini fleiri aðrar stórar konsertir í umbúna í heyst, men beint nú nýta vit alla orku upp á hetta, segði Ólavur Larsen.
Mentanarhúsið í Fuglafirði rúmar 400 sitandi gestum, og talan verður um eina sokallaða sitikonsert, tá Kashmir vitjar.
Kasmhir, sum eru fløguaktuellir í næstum, hava áður vitjað í Føroyum. Tað var á G! Festivalinum í 2004.
Nú vitja teir so fyri aðru ferð, og hesaferð verður tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 18. mai klokkan 20.00.