Føroyska landsliðið fer klokkan 16 føroyska tíð í dag at royna seg í Kasakstan. Harvið eru Lars Olsen og hansara menn so at siga staddir við ytsta útjaðara í europeisku fótbóltssamgonguni.
Kasakstan er styrkismett næstniðast í undankappingarbólkinum, sum Føroyar hesa ferð eru í. Tað eru bara Føroyar, sum eru styrkismettar lægri. Kasakstan er nummar 149, og Føroyar eru styrkismettar 175 av teimum 207 FIFA limalondunum.
Fyri stuttum spældi Kasakstan vinardyst á heimavølli ímóti Georgia. Úrslitið var 1-0 til heimaliðið. Í 2008 vóru Føroyar í undankappingarbólki saman við Georgia. Ta ferðina vann Georgia 6-0 í Føroyum og 3-1 á heimavølli.
Ivan átti koblingina
Kasakstan er eitt av yngstu limalondunum í altjóða fótbóltssamgonguni. Tað var eftir, at kommunistiska Sovjetsamveldið datt sundur fyrst í níti árunum, at landið gjørdist sjálvstøðugt land. Nøkur ár seinni varð landið limur í UEFA og FIFA.
Ivan Eginsson Eysturland hevur stórt innlit í landsliðsfótbólt kring allan heimin. Viðhvørt hevur FSF brúkt sambondini og innlitið hjá Ivani. Eitt nú varð hann av táverandi aðalskrivaranum Ísaki Mikladal stutt undan jólum í 2002 biðin um at fara niður til Manchester á ráðstevnu, sum hevði við landsliðsfóltbólt og fjølmiðlar at gera.
Í Manchester kom Ivan í samband við umboð fyri fótbóltssambandið í Kasakstan. Hann greiðir soleiðis frá:
– Tá var Kasakstan so nýliga komið upp í altjóða fótbólt, at tað ikki bar teimum til at taka lut í undankappingini, sum tá stóð fyri durum. Umboðsmaðurin segði mær, at teimum longdist eftir møguleikanum at spæla vinardystir. Eg hugsaði beinanvegin, at her var ein møguleiki hjá Føroyum at fáa í lag vinardystir. Kasakstan er ríkt land, tí tað selur nógv gass og olju. Umboðsmaðurin segði, at teir vildu fegnir sjálvir rinda fyri ferðina til Føroya. Við hesum boðum fór eg heimaftur til Føroya, og so bjóðaði FSF teimum henda vegin.
Tveir sigrar
Kasakstan var í Føroyum síðst í apríl í 2003. Teir ynsktu at spæla tveir vinardystir, og soleiðis varð tað. Føroyar vunnu báðar dystirnar – 3-2 og 2-1.
Fyrri dysturin varð spældur á Svangaskarði 27. apríl. Longu eftir eitt korter varð ein av fremmanda monnunum rikin av vølli, eftir at hann hevði brúkt hondina at bjarga við á strikuni. Tað var einki annað at gera hjá íslendska dómaranum enn at fara í reyvalumman eftir reyða kortinum. Tað var harmuligt fyri báðar partar. Jákup á Borg umsetti brotssparkið til mál, og John Peteren og Heðin á Lakjuni øktu um leiðsluna til 3-0. Hóast mótstøðumenninir vóru undirmannaðir, so mentu teir seg, og úrslitið varð 3-2.
Tveir dagar seinni – 29. apríl – vunnu Føroyar 2-1 á Tórsvølli, eftir at Kasakstan hevði lagt seg á odda við brotssparki. Føroysku málskjúttarnir vóru Andrew av Fløtum og Julian Johnsson, sum eitt korter undan leikloki skoraði sigursmálið.
Tað eru bara tveir spælarar eftir á føroyska liðnum, sum vóru við í vinardystunum fyri gott og væl tíggju árum síðani. Teir eru Fróði Benjaminsen og Súni Olsen.
Á trappuni til meistarakappingini
Mest sum allir spælararnir á kasakstanska landsliðnum eru úr feløgum í heimligu kappingini. Fyri stuttum varð allur fótbóltsheimurin mintur á, at feløgini í Kasakstan megna at standa seg í altjóða kappingum.
Í síðsta undanumfarinum at sleppa í europeisku meistarakappingina spældi skotska Celtic ímóti Shakhter á Astana Arena. Úrslitið var 2-0 til heimaliðið, og harvið var Celtic undan heimadystinum í Glasgow í trongum skóm. Men tað eydnaðíst Celtic at vinna heimadystin 3-0. Málið, sum avgjørdi, at Shakhter skal spæla í europeisku liguni í vetur, og at Celtic skal spæla í meistarakappingini, varð skorað í yvirtíðini.
Ov fáir vinardystir
Ivan Eginsson Eysturland vónar sjálvandi, at tað fer at eydnast føroyska liðnum seinnapartin í dag at vinna í hvussu so er javnleik, men hann er ikki bjartskygdur:
– Føroysku úrslitini hava ikki verið nakað serlig seinastu tíðina, og fyrireikingarnar upp undir henda dystin hava ikki verið av teimum bestu, eitt nú er tað harmuligt, at Gunnar Nielsen ikki hevði møguleika at ferðast langa teinin saman við liðfeløgunum. Eg harmist eisini, at tað tykist vera so torført hjá landsliðnum at spæla vinardystir. Síðani Kasakstan var í Føroyum fyri meiri enn tíggju árum síðani, hava Føroyar bara spælt ein vinardyst á heimavølli. Tað var móti Malta fyri níggju árum síðani, tá ið úrslitið á Svangaskarði 18. august í 2004 var 3-2. Nú er tað soleiðis, at vit mest sum bara spæla ímóti Íslandi, og dystirnir eru hvørja ferð í Íslandi. Tað er ikki nóg gott, og tað hevur heilt víst ávirkan á, hvussu føroyska liðið er fyri at spæla týdningarmiklu undankappingardystirnar, heldur Ivan Eginsson Eysturland, serfrøðingur í landsliðsfótbólti.
Hann vísir eisini á, at hóast mótstøðuliðið seinnapartin í dag ikki hevur kendar stjørnur á liðnum, so tykist tað sum um, at liðið er væl samanspælt, og at tað trívst væl á tvey ára gamla nýggja heimavøllinum.
– Eg var har yviri fyri tveimum árum síðani. Høvuðsstaðurin er spildurnýggjur býur, ið er bygdur í oyðini sum eitt annað Dubai. Heimavøllurin er á stórslignum stadion. Um veturin er tað øgiliga kalt. Tí hava teir graslíki á vøllinum. Tað eigur ikki at vera nakar bági fyri okkara menn. Eg ynski teimum alt tað besta, og vit vóna, at tað fer at gangast væl. Men hóast Kasakstan er nummar 149 á altjóða styrkislistanum, so verður tað torført.
Í hesi undankappingini hevur Kasakstan megnað málleysan javnleik á heimavølli ímóti Eysturríki. Kaskastan hevur skorað tvey mál, og trettan eru farin ígjøgnum. Føroyar hava einki stig vunnið. Føroyar hava skorað tvey mál, og 20 eru farin ígjøgnum.









