Afghanski forsetin, Hamid Karzai, sigur, at USA og onnur lond tingast við Taliban í Afghanistan um eina møguliga loysn á krígnum, sum nú hevur vart í 10 ár. Forsetin váttar sostatt tað, sum diplomatar hava sagt í seinastuni. Eisini amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, segði fyri stuttum, at tað kann koma upp á tal at tingast við Taleban.
-Nú eru friðartingingar við Taleban. Tær útlendsku herdeildirnar og serstakliga USA eru uppi í tingingunum, segði Karzai á tíðindafundi í Kabul í morgun.
Amerikanska sendistovan í Kabul vil ikki gera viðmerkingar til orðini hjá afghanska forsetanum.
Nógvir afghanar og serliga kvinnur og mannarættindastríðsfólk bera ótta fyri, at tingingar við Taleban kunnu forkoma teimum rættindum, sum kvinnurnar í Afghanistan hava fingið, síðani Taliban varð rikið frá valdinum har í 2001.