Tað er ikki bara Taliban, sum er ein hóttan ímóti trygdini í Afghanistan. Ovastin fyri amerikonsku herleiðsluni, admiralurin Michael Mullen, segði í einari hoyring í Kongressini í gjár, at vantandi álit á afghonsku leiðsluni er ein minst líka álvarssom hóttan sum Taliban.
Admiralurin segði, at skuldsetingar um valsvik á forsetavalinum tann 20. august gera, at afghanska fólkið hevur ilt við at hava álit á Hamid Karzai, forseta og stjórn hansara.
Michael Mullen legði afturat, at korrupsjónin í afghonsku umsitingini og landsins ovastu leiðslu er ein líka stór hóttan sum Taliban.