B36-FSV:
upptakt
Talan verður um tvey skerd lið, sum fara á vøllin í Gundadali sunndudagin. Onkur vildi kanska hildið, at menn sum Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson áttu at viga tyngri enn Hannus Olsen og John Johansen, men kortini er smeiturin helst nógv dyggari hjá vágamonnum.
John, sum er langtíðarskaddur, og Hannus, sum fór út við skaða móti EB/Streymi, eru nevnliga í nógv størri mun millum berandi kreftirnar á vágaliðnum, og hartil er breiddin hjá árstalsfelagnum væl størri, enn hon er hjá FS Vágum.
Hóast B36 møguliga eisini má vera Bjarna Prior fyri uttan, so gerst favorittleikluturin neyvan minni hjá B36 av skaðastøðuni, og einki er at ivast í, at áskoðararnir krevja ein sigur, helst tryggan sigur, av leikarunum.
Vágamenn vilja helst seta seg nøgdar við minni, og fáa teir eitt stig við sær vestur aftur, er einki at ivast í, at teir verða ovurfegnir.










