Kartni úr ALS-stýrinum

Enn ein stýrislimur í ALS leggur nú frá sær.

Í tíðindaskrivi fyri løtu síðani boðar Kartni Ravnsfjall frá, at hann eisini hevur tikið seg úr stýrinum.

-Tað tænir hvørki stýrinum ella mær, at tað framhaldandi er rumbul um hetta mál. Tí havi eg tikið hesa avgerð, sigur Kartni Ravnsfjall.

Kartni Ravnsfjall hevur sitið í ALS-stýrinum síðan 2000.

-Tað hevur verið avbjóðandi at verið við til at ment stovnin hesi árini. Hinvegin, í samband við at stjórin í Als var koyrdur frá, má eg átaka mær mín part av ábyrgdini fyri tey mistøk, ið eru gjørd, sigur Kartni Ravnsfjall.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, er varalimur hjá Kartni Ravnsfjall, og hon tekur nú sæti í ALS-stýrinum.