Karstin við nýggjum sangi

Her kanst tú hoyra nýggja sangin

Countrysangarin Karstin Danielsen hevur innspælt nýggjan sang. Hesa ferð er talan um klassikaran »Old Five and Dimers Like me«, sum Billy Joe Shaver skrivaði.

 

Fleiri kendir countrysangarar hava áður tulkað sangin – eitt nú Waylon Jennings, sum eigur kanska bestu útgávuna, Willie Nielsen og Emmylou Harris.

 

Nú hevur Karstin Danielsen innspælt sangin. Tónleikurin er upptikin í Crossroads Studio í USA, og sanginnspælingin og annað er gjørt í Introvers Studio hjá Hans Poulsen.

 

Sangurin kann hoyrast í YouTube video niðanfyri.

 

##med2##