Norðlýsið skrivaði hósdagin, at KÍ hevur gjørt sáttmála við Karstin Joensen, um at hesin komandi árið skal verja málið hjá KÍ.
Karstin hevur eisini áður vart KÍ-málið, men tá Jákup Mikkelsen í fjør kom til felagið, valdi Karstin at skifta til ÍF, har útlitini fyri spælitíð á besta liðnum vóru betri.
Somuleiðis skrivar Norðlýsið, at KÍ samstundis hevur longt sáttmálan við Atla Danielsen. Tað hevur annars ljóðað, at fleiri feløg hava ligið framvið eftir undirskriftini hjá honum, men tað verður so av ongum í hesum umfarinum.
Hinvegin verður talan helst eisini um onkra frágongd í KÍ. Tað er longu nakað síðani, at tað varð greitt, at Jákup Mikkelsen komandi ár fer at spæla við B36, og sum skilst, so fer árstalsfelagið í Havn í næstum at skriva undir sáttmála við Niclas NJiclassen, sum sostatt fer at spæla fótbólt í Havn komandi kappingarár.










