Karstensens Skibsværft hevur júst gjørt sáttmála um enn ein nýbygning.
Tað er føroyska reiðaríið Varðin í Gøtu og felagið Krossbakki, sum hevur bílagt eitt uppsjóvarskip av teimum heilt stóru.
Skagenonline.dk veit at siga, at trolarin verður heilar 88 metrar langur.
Skrokkurin verður bygdur á Karstensens Shipyard í Póllandi, og síðan verður skrokkurin sleipaður til Skagen, har Karstensens Skibsværft ger skipið liðugt.
Skrokkurin kemur ætlandi til Skagen í juni í 2023, og síðan verður skipið latið eigarunum í januar í 2024.
##med2##
- Reiðaríið Varðin er ein av størstu og fíggjarliga sterkastu fyritøkunum í Føroyum. Varðin er móðurfelag, sum eigur fleiri feløg og fyritøkur, verður lagt aftrat.
Sum skilst, er tað Finnur Fríði, sum nú verður endurnýggjaður. Skipið hevur roynst sera væl, síðan tað kom sum nýbygningur úr Noregi.