Tann 1. maj er lurtaravinarlig jazzkonsert á Seglloftinum á Tvøroyri, og til ber eisini hjá fólki norðanfjørðs at koma til Suðuroyar á konsert og at gista fyri rímuligan penga Karsten Fogel og Fagrir Fuglar hava saman við K-trio konsert á Seglloftinum á Tvøroyri tann 1. maj.
Karsten Vogel hevur spælt við Jazz/Rock bólkinum Burnin Red Ivanhoe, og instrumental fusión bólkinum Secret Oyster. Hevur verið á konsertferð saman við mætum nøvnum sum Weather Report og Herbie Hancock. Hevur vunnið fleiri virðislønir og í 2004 heiðraður sum ?Lifetime? komponistur av Danska Kulturministerium.Saman við Føgrum Fuglum hevur hann m.a. upptikið fløguna ?Veðurløg? í Klæmintsgjógv í Hesti. Hann er kendur í Føroyum sum tónleikari, sum hevur samstarvað nógv við føroyingar og hevur vitjað her fleiri ferðir.
K-trio er eitt ferðalið av trimum ungum framúrskarandi íslendskum jazztónleikarum. Í september í fjør luttóku teir í kappingini The Young Nordic Jazz Comets í Keypmannahavn. Teir vóru umboð fyri Ísland og vunnu hesa kapping.
- Ein uppliving, ið ikki eigur at fara framvið borðinum, sigu Suðuroyar Tónleikafelag, ið er fyrireikari.
Pakkaferð:Atgongumerkið kostar 100 kr. Men Tónleikafelagið vónar at fáa fólk aðrastaðni frá at vitja Suðuroynna í samband við konsertina og hevur felagið hetta tilboð: Pakkaferð, íroknað kaffimunnur & køka hjá Café Thomsen,atgongumerki& gisting á Hotel Tvøroyri v/morgunmati:800 kr.tekning:Send teldupost til stf_2008@hotmail.com, við navn, bústaði & tlfnr. Rinda á konto 9870-4095082 í Suðuroyar Sparikassa-viðmerk: Jazz Event. Atgongumerki fáast eisini á Statoil á Tvøroyri og í Gundadali í Havn.