Karsten virkandi løgmaður

Fyrrverandi politiovastin í Klaksvík hevur seinatu dagarnar verið virkandi løgmaður

STARV

Onkur skal stýra føroysku skútuni. Til hesa uppgávuna hava vit landsstýrismenninar, sum hvør sær umsita ein part av landsins áhugamálum.
Fíggjarmálini umsitur Karsten Hansen, og tað hevur hann gjørt nú síðani 1998, tá hann fór í farloyvi sum politiovasti í Klaksvík, og legði leiðina til Argir, har hann skuldi stjórnað búskapinum.
Seinastu dagarnar hevur hann stjórnað øllum landinum. Tómligt hevur verið í landsstýrinum. Løgmaður hevur verið í Danmark í sambandi við setanina av Fólkatinginum. Varaløgmaður, Høgni Hoydal, er eisini staddur í Danmark. Eyðun Elttør, sum er næstu í røðini, er farin til Skotlands. Hetta merkir so, at nýggjur á ovastu rók í Føroyum er 58 ára gamli Karsten Hansen.
Glæstritíðin á ovastu rók verður tó stutt, tí bæði løgmaður og varaløgmaður eru skjótt aftur á klettinum og skumpa harvið Karsten av rókini.
Sjálvur sigur Karsten skemtandi, at tað einasta, hann higartil hevur merkt til starvið, er, at hann skuldi á fjall týsdagin, men kundi ikki fara orsakað av arbeiðinum.