Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri úr Miðflokkinum, vil hava føroyingar at skilja, at vit skulu rinda rokningina sjálvi Tað var høvuðsboðskapur hansara, tá Karsten Hansen sum tann seinasti røðarin áðrenn Lars-Emil Johansen úr Norðuratlantsbólkinum sleppur framat.
- Sum fíggjarmálaráðharri er tað kanska eitt paradoks at brúka orku uppá at frásiga sær pengar, helt Karsten Hansen skemtiliga fyri, men síðani gjørdi tónin meiri álvarsamur, og Karsten Hansen gjørdi greitt, at vit mugu rinda rokningina fyri tað vit fáa.
Hann kom sjálvsagt eisini inn á týdningin av, at ung útbúgvin fólk venda heimaftur til Føroya, áðrenn Karsten Hansen kensluborin rundaði av við at hugleiða um týdningin av, at tað vit hava er eins egna og okkara.