Karsten vil hava kommunalan útjavningargrunn

Ein kommunalur útjavningargrunnur verður veruleiki í hesum valskeiðinum. Tað sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Karsten Hansen, landsstýrismaður ætlar at fáa útjavningargrunnin við at gera avtalur við kommunurnar, og tí ætlar hann at sleppa undan at krevja hann við einari lóg.

-Soleiðis, sum politikarar hava skipað landið, er ein útjavning neyðug. Ætlanin hevur politiskt ongantíð verið, at tey, sum búðu úti á bygd, skuldu leggja kongin. Tí mugu vit heldur royna at fáa eitt sindur av hesum pengunum at sirkulera úti í samfelagnum, so tað verður gott at vera allastaðni í landinum, sigur landsstýrismaðurin við útvarpið hjá Kringvarpinum.

-Vit eru í ferð við at fáa størri kommunalar eindir, og síggi eg fyri mær, at útjavningin kann fremjast uttan lóg, sigur Karsten Hansen, sum í vár fer at hava fund við allar kommunurnar um útjavningargrunn og loft á íløgur og rakstur.