Klokkan 10 í morgun fer Karsten Hansen at boða frá, hvør hansara politiska framtíð verður. Fyrrverandi tjóðveldispolitikarin fer upp í Miðflokkin
Karsten Hansen fer um ein góðan tíma at boða frá, at hann fer upp í Miðflokkin.
Tað veit Sosialurin frá álítandi keldum.
Spennningurin hevur verið stórur um, hvat Karsten Hansen fór at gera, eftir at hann tók seg úr Tjóðveldisflokkinum, og tað hevur verið gitt, at hann antin fór upp í Sjálvstýrisflokkin ella Miðflokkin.
Klokkan 10 í morgun fer hann at vátta, hvønn flokk hann fer at stilla upp fyri á næsta løgtingsvali.










