Karsten umhugsar støðuna í Tjóðveldisflokkinum

Næstformaður Tjóðveldisfloksins, Karsten Hansen, tók seg úr leiðsluni í dag, og hann umhugsar nú í álvara støðu sína í flokkinum.

Undir viðgerðini av 266b boðaði Karsten Hansen frá, at hann tók seg úr leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum. Í viðmerking til Sosialin sigur hann, at hann eisini av álvara umhugsar støðu sína í Tjóðveldisflokkinum. - Hetta er ein lagnudagur fyri landið. Eg kann illa vera partur av einum flokki, sum sigur at evsta málið verða einar sjálvstøðugar Føroyar, men at hetta er treytað av at § 266b verður samtykt. Tí fari eg á fund við tingbólkin, har eg geri støðu mína upp, sigur Karsten Hansen, ið var týðuliga rørdur undir viðgerðini av málinum í dag.