Karsten tvætlar

Tað er ikki rætt, sum Karsten sigur, at tað er Starvsmannafelagið, sum avgerð nær samráðingarnar byrja aftur, sigru Gunnleivur Dalsgarð

Nógvir leikir eru í longum talvi, verður sagt. Hetta orðafelli kann eisini brúkast nú verkfall er og »orðastríðið« millum Karsten Hansen øðrumegin og Gunnleiv Dalsgarð hinumegin er eitt dømi um tað.

Í gjár segði Karsten Hansen, at tað er Starvsmannafelagið, sum situr við lyklinum til samráðingarnar og tað er Starvsmannafelagið, sum avgerð nær tær byrja aftur.

Hvat sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum til tað?

? Hatta er nakað tvætl og tað veit Karsten Hansen væl av, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

? Tað eru semingsmenninir, sum avgerða um farið verður aftur at samráðast nú ella ikki, og teirra meting er, at partarnir ikki eru nærkaðir nóg nógv hvørjum øðrum og tí hava teir ikki kallað til samráðingar enn.

Gunnleivur Dalsgarð leggur afturat, at um Starvsmannafelagið fer aftur til samráðingarborði nú, so er tað at meta sum at teir góðtaka krøvini frá Fíggjarmálastýrinum.

? Og tað hava vit sagt, at vit ikki gera. Tí verður ikki upp á tal, at fara aftur at samráðast uttan okkurt nýtt er komið á borðið. Tað hava semingsmenninir ikki mett higartil; tí hava teir ikki kallað inn til fundar