Í sjálvum sær ein løgin útsøgn at fyrireika eitt farvæl, samstundis sum tú tekur við eini nýggjar politiskari avbjóðing.
Men í politikki snýr tað seg um at vera snúðin. At fáa kjansin at sleppa í landsstýrið er ikki so galið. Tú fært spart tær upp til eina fulla feita pensjón upp á átta ár.
Karsten Hansen hevur frammanundan sitið góð seks ár í landsstýrinum. Fær hann nú tvey ár afturat, so hevur hann tryggjað sær fulla pensjón, og hon er ikki so galin: Tá fær hann 29.222 krónur um mánaðin í pensjón.
Um tú sum vanligur borgari skalt spara tær upp til eina so feita pensjón upp á átta ár, so skal tú gjalda eina 75.000 krónur inn í tína pensjónsskipan um mánaðin!
So ein slíkan kjans letur Karsten Hansen sjálvandi ikki gleppa sær av hondum. Saman við samhaldsfasta og fólkapensjón, so verður flatskattalættin heldur ikki so galin. So er spurningurin, um tann danska tænastumannapensjónin hjá tjóðskaparliga frælsisstríðsmanninum í Miðflokkinum verður mótroknað...
Tað átti hon! Annars er tað sama skommin umaftur við Biddarunum av Dannebrog.










