1. juli ber ikki longur til hjá fólki at flyta inn sigarettir tollfrítt. Kunngerðin, sum bannar tollfríum innflutningi av sigarettum, sigarum og øðrum tubbaksvørum, er lýst í nýggjasta kunngerðarblaðnum
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur av sínum eintingum valt at lýsa kunngerðina. Broytingin kemur sum nevnt í gildi longu 1.juli í ár - tað vil siga mitt í háárstíðini hjá ferðavinnuni.
Flutningsfeløgini eru alt annað en fegin um hesa kunngerðina. Bæði Andras Róin, stjóri á Smyril Line, og Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, fýlast á, at teir als ikki eru eftirspurdir. Somuleiðis eru báðir stjórarnir samdir um, at skotbráið er alt ov stutt.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, er gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.










