Tá ið Karsten Hansen varð valdur sum landsstýrismaður í heilsumálum í hesi samgonguni, lá tað í luftini, at hann bert skuldi sita ein part av skeiðnum.
Herfyri váttaði Karsten Hansen eisini, at hann skuldi úr starvinum í næstum, og at Miðflokkurin skuldi finna annað fólk at røkja starvið.
Men nú hevur Miðflokkurn samtykt, at Karsten Hansen skal halda fram sum landsstýrismaður í heilsumálum.
Floksstjórnin í Miðflokkinum samstykti hetta á fundi í farnu viku, og í dag boðar Jenis av Rana, formaður í Miðaflokkinum, frá avgerðini.










