- Eg vil framvegis hava at vita, hvat skal til fyri at bjóða dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum
Hóast yvirlækni í nýrasjúkum beinleiðis mælir frá at seta á stovn eitt dialysutilboð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so heldur landsstýrismaðurin fast í sína ætlan.
- Umleið helvtin av dialysusjúklingunum eru úr Norðurøkinum, fleiri teirra eru illa fyri, og eg vil hava at vita, um tað ikki ber til at veita teimum dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum heldur fast um sítt argument, hóast yvirlæknin við ábyrgd av økinum mælir frá slíkari argumentation:
- Landafrøðiliga atlitið og frástøðan hjá norðoyingum til Landssjúkrahúsið kunnu ikki vera argument fyri at flyta part av dialysuviðgerðini til Klaksvíkar Sjúkrahús. Avgerðin má ikki grundast á tørvin hjá sjey brúkarum júst nú, tí tørvurin kann jú broytast, sigur Torkil á Steig, sum eftirlýsir læknalig argument fyri raðfestingarnar.
Men Karsten Hansen sær myndina øðrvísi:
- Vit koma framvegis at hava serfrøðina á Landssjúkrahúsinum. Men spurningurin er eftir mínum tykki, um vit ikki kunnu geva brúkarunum eitt enn betri tilboð, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin argumenterar við, at trý nýggj dialysutól eru keypt til dialysudeildina á Landssjúkrahúsinum, og tí eigur at vera nóg mikið av tólum, sjálvt um onkur verða flutt til Klaksvíkar.
Eitt argument, sum tó ikki fær undirtøku millum starvsfólkini á dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum.
Karsten Hansen bíðar nú eftir eini frágreiðing, bæði frá Landssjúkrahúsinum og frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Eg vil hava neyvt at vita, hvat skal til fyri at fáa eitt dialysutilboð upp at standa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg rokni við at fáa tilmæli frá sjúkrahúsunum fyrsta dagin, og so taki eg eina støðu út frá tí, sigur Karsten Hansen
Í samrøðu við Sosialin vísir Torkil á Steig á, at rákið innan læknavísundina er, at dialysan í størst møguligan mun skal út í heimini hjá borgarunum.
- Tað er eingin ivi um, at dýrasta viðgerðin er á sjúkrahúsunum. Tí verður arbeitt við at gera eitt so gott tilboð sum tilber úti við hús hjá tí einstaka brúkaranum, sigur Torkil á Steig og vísir til sonevndu posadialysuna.
- Posadialysan er í mongum førum eins góð og hæmodialysan. Og fyri brúkaran kann tað vera ein lættari loysn, tí viðgerðin kann fara fram heima í stovuni hjá brúkaranum sjálvum. Tað er hendavegin, ið vit vilja fara, sigur Torkil á Steig.
Les eisini: Lokalt argument kann ikki brúkast
Karsten Hansen vil ikki kennast við hesa argumentatión:
- Eg skilji ikki rættiliga argumentið. Yvirlæknin vil ikki hava dialysuna inni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men gjarna inni í stovuni heima hjá fólki, sigur Karsten Hansen.
Spurdur, hví tað ikki er upp til serfrøðina og yvirlæknan at gera av, hvat er best fyri sjúklingin, svarar Karsten Hansen:
- Eg eri enn ikki sannførdur um, at tað er best fyri sjúklingin at hava alt í Havn. Fyrst vil eg hava allar upplýsingar á borðið, og so taki eg eina støðu, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur enn einki roknistykkið sæð, ið lýsir fíggjarligu avleiðingarnar av at bjóða dialysu, eisini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Les meira um málið í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.