Karsten Hansen ávarar ímóti at pína heilsuverkið niður

Heldur Løgtingið fram at krevja sparingar í heilsuverkinum, kann tað enda við, at tað verður neyðugt at áseta brúkaragjøld fyri at sleppa til lækna og at fáa ymsar viðgerðir og tænastur frá heilsuverkinum.

Soleiðis ljóðar ávaringin frá Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Sirið Stenberg, tingkvinna úr Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, hvat samgongan hugsar um, tá ið hon sigur í játtanarkarminum, sum er lagdur fyri Løgtingið, at “fyri at tryggja, at tænastan skal vera á nóg góðum stigi, kann ein møguleiki verða at taka brúkaragjøld fyri tænastur á heilsuøkinum”

Karsten Hansen staðfestir, at Løgtingið hevur samtykt, at heilsuverkið skal spara yvir 50 milliónir hesi næstu árini.

Tað kann bara gerast við umleggingum og við at skilbøta raksturin, ella við at skerja tænasturnar.

Roynt verður eisini at útvega fleiri inntøkur við at gera heilivág og við gransking.

Men Karsten Hansen ger púra greitt, at kemur tað hartil, at valið stendur ímillum at skerja lívsneyðugar viðgerðir ella at áseta brúkaragjørd, fer hann heldur at taka undir við at brúkaragjøld verða sett í verk.

Men tað verður ein avgjørd fortreyt, at brúkaragjøldini venda sosialt rætt, so at tey, sum hava betri løn, rinda meiri í brúkaragjøldum enn tey, sum hava verri ráð.

- Skerjir Løgtingið heilsuverkið so nógv, at vit koma út á eggina og hava valið ímillum at skerja lívsneyðugar tænastur burtur, ella at áseta brúkaragjøld, mugu vit umhugsa at lata tey vælbjargaðu rinda fyri summar tænastur.

Landsstýrismaðurin staðfestir somuleiðis, at sum støðan er nú, verða ongi brúkaragjøld ásett.

'Hann leggur afturat, at hesi næstu árini hevur samgongan heldur ikki roknað sær onga krónu í brúkaragjøldum úr heilsuverkinum hesi næstu árini.