Tað stendur á fíggjarlógini í løtuni. Hóast ovurstóru hækkanina av útreiðslunum í komandi fíggjarlóg, so koma umbønir um pengar allastaðni frá. Inntøkurnar eru eisini yvirmettar, so fíggjarlógin kemur at hava hall í ár. Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið í løtuni leitar við lúsakambi eftir øktum avgjaldsmøguleikum. Tað seinasta er so, at tað frá 1. juli ikki longur skal vera loyvt at innføra sigarettir tollfrítt.
Fyri tað fyrsta, so er tað sera vinnu- og borgarafíggindaligt at samtykkja nakað við so at siga ongum varsli, uttan at hoyra nakran. Fyri tað næsta, so eigur Karsten Hansen at steðga á eina løtu og hugsa um, hvat hansara arbeiði er. Hann er valdur í landsstýrið at umsita fíggjarmál. Hann er ikki lóggevari, hann er útinnari. Hann hevur ikki fingið mandat frá Føroya Løgtingi at ansa eftir heilsuni hjá føroyingum. Tað er heilt einfalt ikki hansara arbeiði. Harafturat er tað skrúvan uttan enda. Fólk hava góðgæti við tollfrítt, tá tey hava verið uttanlanda. Hetta er neyvan heilsugott. Ferðafólk hava javnan eina fløsku av rúsdrekka við sær. Hetta er heldur ikki beinleiðis heilsugott. Men soleiðis hava vaksin fólk valt at disponera. Tað er so nógv her í verðini, sum ikki er gott fyri heilsuna. Konufólkaskógvar við høgum hæli eru neyvan góðir fyri føturnar, nógvar luktilsisvørur eru neyvan heilsugóðar. Merkir hetta, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum av sínum eintingum skal hækka avgjaldið á hesar vørur? Sjálvsagt ikki. Um KH hevur hug at lóggeva niður um oyrini á vaksnum fólki um teirra egnu heilsu, eigur hann at fara úr landsstýrinum aftur í Løgtingið, har slík politisering eigur heima.
Fólk hava meir og minni skaðiligar óvanar, men talan er um vaksin folk, ið velja sjálvi. Tað er sjálvandi gott, um fólk gevast at roykja, men tað almenna kann bara fara til eitt vist, áðrenn man kemur til bann. At pilka sigarettir úr tí, ið man fær við sær til Føroya tollfrítt, er skeivt. Góðtaka vit, at KH við einum pennastroki kann avtaka tollfríu kvotuna av sigarettum við heilsu sum argument, so verður bara ein spurningur um tíð, áðrenn fíggjarmálaráðharrin ger tað sama við rúsdrekka og góðgæti.
Fyriuttan at atlit mugu vísast til ferðavinnuna, so vísa hagtøl, at føroyingar -arbeiðsgevararnir hjá KH - eru sera glaðir fyri tollfríu vørurnar, ið teir hava loyvi til at innføra. Vit innføra tollfrítt í stórum nøgdum. Tað er kanska júst tað, sum Karsten Hansen sær sum ein trupulleika?
Flutningsfyritøkurnar innan ferðavinnuna eru longu hóttar eftir lívinum av hækkandi oljuprísunum. Við seinasta pennastrokinum í FMR verða milliónir í umsetningi tiknar frá hesum feløgum. Og einasti máti at vinna hetta aftur er væl við øktum prísum, ið vit øll - eisini ikki-roykjarar - mugu bera.
Samgongan má seta Karsten Hansen uppá pláss, so føroyingar framhaldandi hava møguleikan at keypa tollfrítt, um teir hava hug.