Karsten Hansen: Lítil munur á

Tað er lítil munur á semjuni, sum varð gjørd sunnukvøldið og semingsuppskotinum, sum lærararnir vrakaðu á páskum, sigur Karsten Hansen

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er rættiliga væl nøgdur við sáttmálan, sum nú er gjørdur við Lærarafelagið, og at skúlin aftur er komin í rættlag.

? Í høvuðsheitum er rættiliga lítil munur á hesari semjuni og tí semingsuppskotinum, sum varð felt á páskum, í hvussu so er, hvat peningi viðvíkur.

? Lønarhækkingin er tann sama og niðurskurðirnir eru at kalla teir somu.

Har eitt sindur er komið afturat nú, er tað drigið frá onkra aðrastaðni, so at tær broytingar, og tær flytingar sum eru gjørdar, hava fíggjað seg sjálvar innanfyri karmin, sum varð lagdur fyri páskir.

?Tess meiri tímaniðurskurðir, ið ávísir bólkar hava fingið, tess minni er lønarhækkingin hjá einstaklinginum.

?So tær umflokkingar og lønarniðurskurðir, sum eru gjørdir, og lønarviðurskifti annars, er á sama stigi sum í semingsuppskotinum, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at annars eru tær broytingar sum eru gjørdar, mest at roknað sum ætlanaryvirlýsingar av ymsum slag.

Annars fegnast hann um, at skúlin nú aftur er farin at virka.

? Vit máttu hava eina loysn nú, tí tað er longu blivið ov seint hjá teimum, sum skulu til próvtøku.

? Fingu vit ikki eina samráðingarloysn í vikuskiftinum, hevði málið enda í tinginum.

Og Karsten Hansen dylir ikki fyri, at hann er fegin um, at tað slapst undan at fara í tingið.

?Eg eri ímóti at loysa slíkar ósemjur í tinginum. ?Men í hesum føri var støðan heilt serlig, tí tá ið til stykkis kom, vísti tað seg, at vit høvdu samráðast við eina nevnd, sum onga heimild hevði.

Og Karsten Hansen leggur afturat, at tað var heilt avgerðandi fyri víðari samráðingum hetta vikuskifti, at nevndin í Føroya Lærarafelag hevði heimild at gera ein sáttmála.

? So tá ið vit høvdu fingið vissu fyri at so var, ruddaði tað slóð fyri, at farast kundi undir samráðingar aftur, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Og so heldur hann eisini tað, at tað hevði sína ávirkan, at Landsstýrið hevði sett eitt evstamark fyri, nær semja skuldi vera funnin.

? Men so skulu vit heldur ikki gloyma, at báðir partar høvdu størsta áhuga í at fáa málið loyst, leggur hann afturat.