Karsten Hansen gevur skarvin yvir

? Tað er tíðarspilla at gera fleiri royndir at fáa semju um lønina hjá manningina á nýggja vaktarskipinum, Brimli, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður

 

Lønarósemja


Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur nú givið skarvin yvir í royndunum at finna eina samráðingarloysn á ósemjuni um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við nýggja vaktar- og bjargingarskipinum, Brimli.

Landsstýrismaðurin sigur, at nú má hann ásanna, at tað kemst ikki víðari við samráðingum. Tískil hevur hann gjørt av, at hann kallar ikki partarnar saman aftur til fundar.

? Tað er tíðparspilla, bæði hjá okkum og hjá teimum, og tað er bara at draga málið enn longur út, sigur hann.

Eftir hansara tykki kom ongantíð gongd á samráðingarnar.

? Vit hava nú samráðst í meiri enn tríggjar mánaðir, men yvirmannafeløgini hava ikki viljað slaka ein tumma, sigur Karsten Hansen. Tí hevur tað als ikki verið talan um samráðingar, sigur hann.

Yvirmannafeløgini siga hinvgin, at tey hava sett síni krøv fram og tey ætla feløgini ikki at víkja frá. Tey siga, at krøvini, sum tey hava sett fram eru rímilig.

Ført hevur verið fram, at talan er um krøv um lønarhækking uppá yvir 40%, men tað halda feløgini er ikki órímiligt at krevja í einum.

? Lønin, hjá teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni, er láturlig. Yvirmenninir umborð hava tað sama í løn, áðrenn skatturin er tikin, sum starvsfelagar teirra uttanlands, í størvum, sum kunnu samanberast við hetta, hava eftir í løn, eftir at skatturin er tikin, hava yvirmannafeløgini ført fram.


Ósemjan í Løgtingið

Av tí sama er Fíggjarmálastýrið nú farið at fyrireika eitt uppskot at leggja fyri tingið um, hvussu lønin hjá yvirmonnunum á Brimli skal vera.

? Sum málið sær út í løtuni, endar tað nokk við, at málið verður lagt fyri tingið, sigur Karsten Hansen.

Feløgini vilja ikki samráðast og tey vilja ikki hava semingsmenn uppí. So tað eru ongir møguleikar at semjast, sigur hann.

Hann vil kortini onki siga um, hvussu uppskotið verður orðað.

? Vit fara at savna alt tilfarið saman og so seta vit eitt uppskot saman. Áðrenn tað verður lagt fyri tingið, skal landsstýrið sjálvsagt góðkenna tað.

Hann hevur hoyrt, at Útvarpið hevur havt upplýst, hvussu nógv Fíggjarmálastýrið hevðu boðið yvirmonnunum í løn.

? Tað var heilt burturvið og teir upplýsingarnir koma ikki frá mær.

Útvarpið hevur eisini upplýst, at Fíggjarmálastýrið kanska fór at skjóta upp, at ein óheft nevnd skuldi setast at áseta lønarlagið hjá teimum, sum sigla við vatkartænastuni.

? Eg sigi onki um uppskotið, fyrrenn tað er gjørt, sigur Karsten Hansen.

Hann vil heldur ikki siga, um uppskotið bara kemur at fevna um yvirmenninrar, ella um at kemur at fevna um alla manningina á Brimli, tvs, eisini teir, sum eru limir í Starvsmannafelagnum.

Men hann vísir á, at Starvsmannafelagið hevur ikki lagt arbeiðið niður. Men, sum sagt, tað er ikki greitt, hvussu uppskotið verður orðað.

Hann leggur tó afturat, at kemur tað so langt verður tað fyrsta dagin, at uppskotið verður lagt fram.