Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri: Signar var ov seinur

Karsten Hansen vísir aftur, at málið um eykajáttan til fólkaskúlan hevur ligið sjóvarfallið av sær í Fíggjarmálastýrinum

- Løgtingið fór til hús umleið 23. apríl, og vit fingu ikki málið, fyrr enn 26. ella 27. apríl, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at Signar á Brúnni hevur verið ov seinur og vísir annars á, at grundleggjandi treytirnar fyri eykajáttan eru, at krøvini eru útreiðsluneutral, tað merkir, at peningur skal finnast á øðrum økjum.

- Hesum hava vit eftirlýst og hetta er framvegis ikki gjørt, sigur Karten Hansen, ið eisini hevur eftirlýst fleiri upplýsingum í málinum, tí annað er eisini tengt uppí umsóknina, uttan at greitt er frá, hvat kostnaðurin er.

Karsten Hansen metir, at fíggjarnevndin bert hevur hildið fast við mannagongdina, ið hevur verið galdandi. Hann heldur tað eisini vera løgið at skjóta skuldina yvir á Fíggjarmálastýrið.

- Tá málið kom í fíggjarmálastýrið, var framløgutíðin farin í tinginum. Tingið kom saman stutt eftir, men bert at viðgera eitt ávíst mál og teir fyrispurningar, ið vóru eftir.

Karsten Hansen heldur, at ein kann meta um næmingatalið frammanundan, men hann skilir, at hetta er komið óvart á Undirvísingar- og mentamálastýrið.


Samdur við Bjarna

Fíggjarmálaráðharrin er samdur við Bjarna Djurholm í, at neyðugt er at hava politiska málsetningin um sjálvberandi búskap í huga. Hann heldur, at ein eigur at ganga langt, fyri at halda fíggjarlógina, tó at okkurt kann stinga seg upp, ið hevur broytingar við sær, men Karsten Hansen metir, at hann hevur nýtt nógva orku uppá at vísa á, at varsemi er neyðugt.