Í dag fyllir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sjeyti. Hann er føddur í Søldarfirði 18. august 1944.
Karsten Hansen er landsstýrismaður fyri Miðflokkin og hevur fyrr verið landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi. Áðrenn hann varð politikari var hann sýslumaður.
Karsten Hansen starvaðist sum sjómaður 1959-62 og innan handil 1963-66. Hann er útbúgvin løgreglumaður, og varð løgreglumaður í 1966, var støðleiðari 1975-85 og sýslumaður frá 1985 til hann fór í farloyvi, tá hann gjørdist landsstýrismaður í 1998.
Hann var landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum 1998-2002 og landsstýrismaður í fíggjarmálum 2002-2003 umboðandi Tjóðveldisflokkurin. Hann var aftur landsstýrismaður í fíggjarmálum 4. februar til 26. september 2008, hesaferð umboðandi Miðflokkin. Hann hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum síðani 14. november 2011, umboðandi Miðflokkin.
Karsten Hansen varð valdur á ting í 2004 fyri Tjóðveldi og í 2008 fyri Miðflokkin. Hann var ikki afturvaldur á løgtingsvalinum í 2011.
Karsten Hansen sat í Klaksvíkar Býráð 1989-98, harav sum næstformaður 1993-98. Hann var nevndarformaður í IRF 1993-98, í Vanlukkutryggingarráðnum 1985-89. Hann var formaður í Føroya politistafelag 1973-84.