Karsten finst at FOÍB

Úttalilsini hjá formanninum í FOÍB, Ben Arabo í Norðurlandahúsinum í vikuni hevur fingið ilt í Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, sum hevur sent eitt rættiliga hvassorðað bræv til FOÍB, sum er áhugafelagið hjá øllum oljufeløgunum, ið eru virkin á Føroyaøkinum.

Oljuskattur
Jan Müller

Fíggjarmálaráðið vísir í brævinum til FOÍB á, at tað hevur fingið avrit av fyrilestri, ið Ben Arabo formaður í FOIB helt á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í vikuni og sigur:

-Lat tað verða sagt beinanvegin, at tað er long tíð gingin, síðan vit í Fíggjarmálaráðnum hava sæð nakað so ósakligt sum nevnda fyrilestur. Fyrilesturin er ikki bert ósakligur, men roynt verður eisini at niðurgera Fíggjarmálaráðið og skattaumsitingina.

Vit duga als ikki at skilja endamálið hjá FOIB við hesum átaki, og kundu eisini gott hugsað okkum at fingið at vita, um hetta eisini er politikkurin hjá teimum oljufeløgum, ið standa aftan fyri FOIB.

Frá tí fyrireikingarnar byrjaðu til eina føroyska oljuvinnu, hevur Fíggjarmálaráðið saman við Toll-og skattstovu Føroya havt eitt sera gott og konstruktivt samskifti við umboð fyri tey oljufeløg, ið hava havt áhuga á føroyska økinum. Vit hava fingið góð ráð frá oljufeløgunum og hava greitt teimum frá okkara ætlanum.

Tað var sjálvsagt frá fyrsta degi greitt, at partarnir høvdu mótsætt áhugamál. Oljufeløgini ynsktu eina lóggávu, hareftir tey komu at gjalda minst møguligan skatt. Endamálið hjá landsstýrinum var ein skattalóggáva, ið gav Føroyum størst møguligan vinning úr einari oljuvinnu, t.v.s at skattatrýstið á vinnuna skuldi ikki setast so høgt, at hetta kom at ganga út yvir áhugan hjá oljufeløgunum at luttaka í einari føroyskari oljuvinnu. Hinvegin skuldi skatturin heldur ikki veða so lágur, at landið fekk minni inntøku enn tað annars var møguligt.

Oljuskattalóggávan, sum er galdandi í dag, er gjørd við ráðgeving frá enskum, norskum og donskum serfrøðingum og myndugleikum

Áðrenn lógirnar vóru lagdar fyri løgtingið, vóru tær til hoyringar hjá relevantum interessentum. Herundir eisini hjá teimum oljufeløgum, ið tá vístu áhuga fyri einari komandi føroyskari oljuvinnu.

Nakað kom av viðmerkingum, men tó ikki so nógv sum vit høvdu væntað. Hædd var tikin fyri teimum viðmerkingum, ið til bar at taka hædd fyri.

Í fyrstani hildu vit, at tað kanska vóru praktiskir byrjunartrupulleikar, ið høvdu fingið Ben Arabo at fara so harðliga fram. .

Tað er ikki óvanligt, at praktiskir trupulleikar eru, tá ein heilt nýggj vinna fer í gongd, men er viljin til staðar bæði hjá vinnu og myndugleikum, verða tílíkir trupulleikar loystir á ein skynsaman hátt.

Tílíkir trupulleikar eiga ikki at taka professionell oljufólk av fótum.

Vit undrast tí framvegis yvir, hvat tað er, ið fær FOIB at taka tílík stig stendur í brævinum frá Karsten Hansen. Fíggjarmálaráðharra og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra.