Karsten fegin um avtalu

Serlæknafelagið og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hava gjørt fyribils avtalu um serlæknatænastu innan reumatologi. Avtalan hevur við sær, at giktalæknin, Pero Sore, fyribils heldur fram við at veita serlæknatænastu innan rheumatologi.

- Eg havi alla tíðina vónað og væntað, at viðurskiftini fóru at koma í rættlag aftur. Tí eri eg sjálvandi fegin um, at ein avtala er komin í hús.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Fyribils avtalan leggur upp til, at veitingarnar innan reumatologi verða dagførdar, soleiðis at viðgerðir, sum ikki vóru vanligar, tá galdandi sáttmáli varð gjørdur í 1982, nú kunnu veitast.

Sáttmálasamráðingar millum Heilsumálaráðið og serlæknafelagið um privata serlæknavirksemi fara ígongd í næstum.

- Fyribilssemjan er galdandi, til nýggjur sáttmáli er gjørdur, verður sagt í tíðindaskrivi í morgun.